
Summartónar 2027 vera í tíðarskeiðinum mai til september
Summartónar leggur fram eitt breitt úrval av føroyskum tónaskøldum og tónleikarum úr øllum Evropa, sum í høvuðsheitum leggja fram tónleik hjá tónasmiðum við heimstaði í Føroyum.
Umleið 60 bólkar, sum tilsamans telja yvir 185+ persónar, framføra yvir 4 mánaðir á 30 ymiskum støðum í Føroyum á umleið 40 spælistøðum.
Uppliv livandi tónleik alt summarið við Summartónum.
Tað gleðir okkum at bjóða tykkum á eina langa tónleikaferð frá klassiskum orkesturkonsertum til sálfullar akustiskar framførslur kring allar Føroyar, sum tú óiva fert at vilja hoyra meira av.
Framførandi nøvn í 2027 eru millum annað:
Aldubáran (FO), AMENA (FO), Anders Hjuler (DK), Andrea & Monika Stauss (FO/CH), Andras Ellendersen & Tatsuro Murakami (FO/BR/JP), Arnold Ludvig Quintet (FO/IS), Bárður Johannesen (FO), Bárður Reinert Poulsen trio (FO/SE/NO), Birita Olsen (FO), EagleCentric (FO), Ester Skála (FO), Dania O. og & Bartal (FO), Elin Brimheim Heinesen (FO), Edith Dahl Jakobsen (FO), Eyði Horsdal (FO), Flákra: Bjørk S. Lamhauge og Tina Mellemgaard (FO), Francesco Taskayali (IT), Gospelkórið Brak (FO), Helge Greve (FO), Ingmar (FO), Jákup Eli (FO), Joe & The Shitboys (FO), Jože Kotar & Luca Ferrini (SLO), Kári Sverrisson & Óli á Grindafløtti (FO), Kalas (FO), Kátir Kallar (FO), Laura Farré Rozada (ES), Maria á Lakjuni & Benjamin Djurhuus (FO), MonkeyRat (FO), Norðan (FO/DE), öð (FO). Pauli Reinert Poulsen kvartett (FO/IS/DE), Pedro Rosa Trio (ES), Plutonic (FO), Rani Nolsøe (FO), RavGlóÐ (FO), Rupert & Em Marshall-Luck (UK), Stanley Samuelsen (FO), Sveta Tovstukha (ES), Tom Winpenny (UK), Trio Clarité (DK), Tunghoyrt (FO), Vibra & Beinta Ingeborg Greve (FO), Vinjar (FO), Yggdrasil (FO), Yunxi Peng & Hemeizi Wu (CN) – og fleiri.
Felagið Føroysk Tónaskøld hevur skipað fyri Summartónum; tónaskald- og sangskrivarafestivalinum fyri klassiskum og nútímans tónleiki – árliga í yvir 30 ár.
Festivalurin er til fyri at stuðla undir ríka og fjølbroytta tónleikin hjá føroyingum, og føroysk tónaskøld eru kjarnin í skránni hjá Summartónum.
Gjøgnum árini hava yvir 1600 konsertir verið, og á hvørjum ári verða fleiri nýggj verk framførd – yvir 500 verk hava havt sínar heimsfrumframførslur á Summartónum, har nógv tær flestu eru skrivaðar av føroyskum tónaskøldum.


