30 ára hátíðarhald

Fyrstu Summartónar vóru í 1992. 15 konsertir vóru í Tórshavn, Kirkjubø og Runavík. 13 tónaskøld vorðu á skráunum. Felagið Føroysk Tónaskøld FFT hevur staðið fyri festivalinum.

Drívmegin øll árinum, hevur verið tónaskaldið Kristian Blak. Eitt ódnartak, ið er ilt at skilja, kann rúmast í sama persóni.

Fyrstu árini var meginreglan at bíleggja nýggjan føroyskan partiturtónleik, og spæla sonevndan klassiskan tónleik. Helvtin av skránni skal vera føroyskur tónleikur. Teir fyrstu føroysku tónleikararnir, ið vóru liðugt útbúgnir, ella vóru undir útbúgving, gjørdust drívmegin í festivalinum. Eisini fingu hesi nógvar av tónleikavinunum frá konservatorinum at luttaka.

Eftir at Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur steðaði, avgjørdi fólkini handa Summartónar at víðka skránna við tónleikasløgunum, ið TJFBF umboðaði.

Ein onnur meginregla fyri Summartónar var, at festivalurin skuldi fevna stóran part av landinum. Eisini útoyggjar sum Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Skúvoy, Mykines osfr. Ein av stóru upplivingunum eru konsertirnar í Klæmintsgjógv vestantil á Hestoynni. Festivalurin strekkir seg eisini í tíð. Byrjar – sum oftast – í juni og endar – sum oftast – í august. Seinnu árini eru konsertirnar á útoyggj fastar vikudagar.

Við hesum orðum: VÆLKOMIN TIL 30 ÁRA HÁTÍÐARHALD HJÁ SUMMARTÓNUM 2022!

Við tónlistakvøðu,
Sunleif Rasmussen, tónaskald og formaður fyri FFT