Dania O. Tausen (FO)
6. Juli 2023 - 19:00
Dania O. Tausen er eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum. Ein sangari, sangskrivari og rithøvundur, sum elskar at úttrykkja seg við tí føroyska málinum. Hon útgav sína fyrstu útgávu í 2021, men fer at framføra bæði nýggj og eldri løg við bólkinum hjá sær: Benjamin Djurhuus (gittar), Ragnar Finsson (gittar), Elin Maria Hansen (bass) og Vár Miðberg (trummur).