Thomas Loefke (DE)
3. September 2022 - 20:00
Oyggjar í Norðuratlantshavi sum írska Tory Island, Hetland, Ísland ella Føroyar eru íblástrarkeldan til tónleikaverkini hjá Thomas Loefke, harpuleikara og myndatøkumann búsitandi í Berlin. Thomas hevur lært handverkið frá nøkrum av dugnaligastu hørpuleikararunum í Írlandi. Tónleikurin, bergtakandi fotomyndirnar og hugtakandi søgurnar ganga saman í eina hægri eind og skapa eitt undirhaldandi upplivilsi. Saman við føroysku Angeliku Hansen, fiólleikara, hevur Thomas júst útgivið eina nýggja fløgu á Tutl ”Norðan2”.