
Marianna Winter (FO)
Marianna Winter framførir í Tøting 26.Novembur og við sær á pall hevur hon nakrar av føroya bestu tónleikarum. Tey fara at framføra løg av hennara heildarútgávur ‘Sorry, I’m a Libra’ afturat spildurnýggjum tilfari.
Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Hon hevur eina heita, djassuta soulrødd, sum bæði er sterk, viðkvom og dragandi – ofta alt í senn – men røddin er bert er toppurin av musikalska ísberginum.
Marianna skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.
Sjálv hevur Hoyvíksdaman familjubond bæði eystur og vestur til Japan og California, og tónleikurin er líka altjóðaligur og samansettur sum hennara upphav, sum samspælir meistarliga við nordiska sorgblídni í føroysku fólkasálini.
Hon er lo-fi drotningin, hon er Z-ættarliðið, hon sparkar reyv, og hon er komin fyri at verða.
Marianna Winter.