Kammertonen (FO/DK)
28. Juni 2022 - 18:30
Kammertonen er ein klassisk kamarduo, ið er samansett av Solveig Kae (floyta) og Søren Eriksen (gittar).
Frá byrjanini í 2019 hava tey spælt konsertir í Danmark við argentinskum og donskum tónleiki í miðdeplinum.
Í Norðurlandahúsinum spælir Kammertonen norðurlendskt tónalag úr Føroyum umframt danska tjóðartónaskaldið, Carl Nielsen.
Solveig og Søren eru bæði útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Søren hevur harumframt útbúgving frá Alicante í Spania og er limur í CRAS Ensemble.
Solveig flutti til Føroya í 2020, har hon nú virkar sum fríyrkistónleikari og undirvísari.
Solveig Kaae (floyta),
Søren Eriksen (gittar)