HOGNI (FO)
Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer áhaldandi longri og djúpri við árunum sum ganga, og hettar merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.
Høgni vann ein FMA sum ársins framleiðari, í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020. Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.
Høgni hevur nógvar túsund lurtarar um allan heim á Spotify, og útgivni tónleikurin hevur verið brúktur í øllum hugsandi høpum, frá NBA telduspølum og Netflix sjónvarpsrøðum, til lýsingar fyri Carhartt klæðir og Subaru bilar.
Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á slagverki, og Knút Háberg Eysturstein á harmonium.
Til Summartónar 2022 verður framført við eini akustiskari og nærverandi uppsetan.
Høgni Lisberg (sang, gittar),
Knút H. Eysturstein (sang, keys),
Jan Rúni Poulsen (trummur, slagverk, sang)