Grotto konsert v/Kristina Thede Johansen (FO)
Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy – alt eftir veðrinum. Har fara vit inn í hellið við smærri bátum at lurta eftir livandi tónleiki, ið spælir uppá serliga akustikkin í hellinum. Á heimferðini bjóðar Norðlýsið suppu og okkurt gott afturvið.
Slappa av, njót Norðlýsið, sjóluftina og vakra útsýnið á ferðini til hellið. Njót løtuna og spenningin við at vitja eitt sjóhelli í báti. Lat sinni kveikjast av tónleikinum í hesi sjáldsomu føroysku konserthøll og njót kensluna av avriki aftaná, saman við heitari fiskasuppu umborð á Norðlýsinum, á ferðini aftur til Havnar.
* This trip requires you to be able to transfer into a boat for the grotto visit, and back aboard after the trip. Bílegg bara! Norðlýsið tekur eingi óráð fyri. Vit eygleiða líkindini loypandi og avlýsa um tað ikki er skilagott at fara, og tú fær peningin aftur dagin eftir. Okkara fremsta mál er at tú fær eina góða uppliving í tryggum og vinarligum umhvørvi.
Info: https://www.tn24.fo/da
Kristina Thede Johansen er føroyskur saksofonistur og íverksetari. Útbúgvin úr konservatoriinum í Aarhus, Danmark, í klassiskari saksofon, ferðast hon runt í norðurlondunum við sínum ymsu kamarbólkum og framførir fyri børn, vaksin og eldri. Kristina er mest aktiv við saksofonkvartettini Eiradís, barnabólkinum Ninnas Orkester, trioini EKA umframt Nordic Saxophone Collective.
Kristina Thede Johansen (Saksofon)