Fucsia Fusion (FO/CL)
23. Juli 2023 - 15:00
Støkk inn og hoyr Borgfríð og Cinthiu samantvinna føroyskan og Latínamerikanskan tónleik á ein hátt har ymisleikar í mentanunum koma saman gjøgnum tónleikin.
Borgfríð Fonsdal Johannesen er fødd og uppvoksin í Føroyum. Seinastu árini hevur hon fingist nógv við ymisk sløg av tónleiki, sum jazz, klassiskt og verið í ymsum kórum. Cinthia González Parada kemur úr Kili og hevur lisið tónleik á lærda háskúlanum í Talca. Síðani er hon flutt til Føroya og her hevur tikið lut í ymsum kórum og framført sum solistur. Hon er eisini sopran og kórleiðarin í kvinnukórinum “Silvitni”.
Borgfríð Fonsdal Johannesen (sangari)
Cinthia (sangari)
Ari Johannesen (gittar)
Harald Fonsdal Johannesen (slagverk)
Elin Maria Hansen (bass)