Anna Klett (FO)
Anna Klett gekk á Kgl danska Musikkonservatorienum og hevði debut frá solistklassanum í 1994, sama ár fekk hon Premier prix Virtuosité frá Conservatoire de Musique de Genève har hon spældi hjá Thomas Friedli. Anna er virkin bæði sum solistur og kamartónleikari m.a. við føroyska bólkinum Aldubáran og donsku Figura Ensemble og Athelas Sinfonietta. Anna Klett hevur lagt dent á at spæla samtíðartónleik og hevur í hesum høpi bílagt og frumframført nógv verk.
Anna Klett (klarinett)
Skrá:
Atli Kárason Petersen: On the Rock, fyri basslarinett (2022)
Hanne Tofte Jespersen: Metamorfoser – en solodialog for Eb klarinet og Bassethorn (frumframførsla)
Kaija Saariaho: Duft, fyri klarinett (2011)
Rachel Yatzkan: The Sea Soul´s song fyri Bassethorn (frumframførsla)
Kristian Blak: Drrrunnn, fyri klarinettir og elektronik (2007)