A15 (DK/FO)
19. Juni 2023 - 15:00
A15 er ein duo við Martin Stender á saxofon og Torleiki Mortensen á kontrabassi og samplingum. Stílurin er ein blanding av nordiskum, indie, jazz og avantgarde hugskotum, harumframt er tónleikurin hugfjálgur og melodiskur.
Teir báðir Torleik og Martin, møttust í jazzumhvørvinum í Keypmannahavn longu sum tannáringar, har deildu teir íbúð í fleiri ár, meðan teir numu sær útbúgving á konservatorinum, so ljóði í tónleikinum er somuleiðis ávirkað av einum sterkum vinarlagi.
A15 var landsvegurin ímillum Aarhus og Herning, har teir báðir vuksu upp í 80 – 90´unum. Navnið A15 er meint sum ein sambinding ímillum teir báðar.
Torleik Mortensen (bass)
Martin Stender (saksofon)