WAKO (FO/NO)
Við seks útgivnum plátum og hundraðtals konsertum fingnum frá hondini, spæla Wako við einum myndugleika og persónligheit, sum setur teir á fremsta rað í norðurlendskum jazzi. Tónleikurin er altíð neyvt stillaður eftir áhoyrarunum, umhvørvinum og tí tónleikaliga tilfarinum, sum ger at hvør konsert er eitt eindømi. Wako hava tikið teirra støðugt mennandi kreativititet og musikalitet við teimum kring Europa og Asia, og spælt konsertir bæði sum kvartett, saman við strúkarunum í Oslo Strings og við framúr trompetleikaranum Arve Henriksen, umframt øðrum.
Hvør sær kunnu tónleikararnir eisini hoyrast í verkætlanum sum Hegge, Flukten, Megalodon Collective, Espen Berg trio, Kjetil Mulelid Trio og Trondheim Jazz Orchestra.
Kjetil Mulelid – piano
Martin Myhre Olsen – saksofon
Bárður Reinert Poulsen – bass