Jože Kotar (SI), Luca Ferrini (IT)
19. Juli 2023 - 21:00
Klarinett spælarin Jože Kotar og klaver spælarin Luca Ferrini hava spælat saman í yvir 15 ár. Teirra tónleikaskrá strekkir seg frá tí klassiska tíðarskeiðinum til nútíman, men best dáma teimum at framføra samtíðartónleik, ið er skrivaður á ein siðbundnan hátt, og jazz og live elektroniskan tónleik. Teir royna altíð at blanda ymsar stílartir og at spæla nýggj verk. Fyri nøkrum árum síðan, byrjaðu teir eina verkætlan, ið eitur “Music from the Islands” við tónleiki frá komponistum úr Evropa, sum síðan hevur víðka seg til at fevna um aðrar oyggjar runt í verðini. Til hesa konsertina fara teir at vísa tí nýggjastu fløguna í “Music from the Islands” røðini, ið Tutl hevur útgivið.
Joze Kotar (klarinett)
Luca Ferrini (klaver)