Dancing with Gruppo del Maggio delle Ragazze di Riolunato – Modena, Italia (IT)
1. Juni 2023 - 19:00
“Maggio delle Raggaze”, úr lítlu kommununi Riolunato í Italia, er ein gomul siðvenja, ið heiðrar at tann góða árstíðin er aftur, og verður hátíðarhildin tvær ferðir um árið. Fyrstu ferð er náttin millum 30. apríl og 1. mai, og seinnu ferð er annar sunnudagur í mai. Hendan siðvenjan verður borðin frá einum ættarliði til tað næsta, og verður framført av “maggiolanti” (ungum sangarum, tónleikarum og dansarum). Undir fyrra hátíðarhaldinum ganga “maggiolanti” runt í bygdini og syngja sangir, sum snúgva seg um at ynskja gleði til onnur. Undir seinna hátíðarhaldinum geva fólkini í bygdini “maggiolanti” mat og drekka, sum verður notið millum sangirnar og dansirnar.