Atika (DK)
ATIKA er ein kvartett við basa í Aarhus. Teir fýra limirnir í bólkinum møttust gjøgnum sína felags passión fyri norðurlendskum løgum, suðurlendskum rútmum og siðbundnum tónleiki, ið leitar aftur til barokktíðarskeiðið og miðøldina. ATIKA ynskir við sínum repertoire at víðka um tær avmarkingar, ið verða settar í samband við ávísar tónleikagreinar.
Málið hjá ATIKA er at blása nýtt lív í gamlar tónleikaskattir. Bólkurin hevur sett sær ta leiðreglu, ið er: instrumentalur tónleikur við einum tvisti, m.a. útsetingar fyri nýggjari ljóðførir, so sum klarinett og saksofon, grundað á granskan innan ljóðførir frá barokktíðarskeiðnum. Bólkurin ynskir at avspegla tær landafrøðiligu og mentanarligu bakgrundirnar, ið limirnir hava. Tónleikurin er merktur av støðugum skiftum millum tað heilaga og tað verðsliga, tað fólkliga og hábornu listina, tónleik av mannamunni og tann niðurskrivaða tónleikin. Tónleikurin vísir á tað óendaliga, loyniliga fjølbroytni av litum og rútmum, sum eru í ymsikum tónleikamentanum.
Joaquín Durán (saksofon, slagverk)
Nikolaj Rosvig (slagverk, klarinett)
Queralt Adam (sello, sangur)
Elena Medina (theorbo, barokkguitar)