Anders Hjuler & Kristian Blak (DK/FO)
14. August 2023 - 21:00
Síðani 2004 hevur listamaðurin Anders Hjuler luttikið á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður framførdur.
Í 2009 útgav Yggdrasil tónleik, ið var gjørdur til verk eftir Anders Hjuler á útgávuni “Duologues”
Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløgum og tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiskar tónleikarar og altjóða bólkar, ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum.
Anders Hjuler (máling)
Kristian Blak (klaver)